Nú landamørkini hava latið meira upp, er rætturin hjá sjófólki at fara í land komin í gildi aftur.
Tað merkir, at sjófólk aftur kunnu fara í land treytað av, at sjófólkið hevur arbeiðsørindi á landi sum til dømis, tá talan er um lossing, viðlíkahaldi av skipi og annað líknandi.
Hesum boðar løgreglan frá í dag.
Harumframt er landgonguloyvið bara galdandi fyri nærøkið við skipið, og sjófólkið hevur ikki loyvið til at fara útum havnarøkið. Tað vil siga, at sjófólk ikki kann fara til handils, gongutúr ella á annan hátt útum havnarøkið.
Er sjófólkið borgari í loyvdum landi, ber til at lata seg kanna, eins og øll onnur ferðandi til landið eisini verða kannað við komu.