Korona: Kekkia verður uttan venjaran í Føroyum

Hondbóltur: Manslandsliðið skal spæla móti Kekkia, men korona hevur rakt venjaratoymið

Føroyska manslandsliðið skal í annaðkvøld spæla móti Kekkia í EM-undankappingini. TV2 skrivar í dag, at báðir venjararnar hjá Kekkia, Daniel Kubes og Jan Filip hava fingið staðfest koronusmittuna, og verða tí ikki við á ferðini til Føroya.

Kekkia skal umframt at spæla tvær ferðir móti Føroyum, eisini spæla í HM-endaspælinum, sum byrjar miðskeiðis í januar. Tað er ivasamt um Daniel Kubes verður tøkur til endaspælið, tí hann er so sjúkur av koronusmittuni.

Liðið fyrireikar seg í Plzen, har venjararnir eru við gjøgnum internetið, meðan málmansvenjarin tekur ábyrgdina á vøllinum. Føroyar skulu spæla móti Kekkia 6. og 9. januar. 13. januar byrjar HM-endaspælið, har Kekkia eru í bólki saman við Svøríki, Egyptalandi og Kili.

FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dysturi á Hálsi í annaðkvøld.