Tað er rættiligur gravgangur eftir at verða kanna fyri korona í morgun, og á Landssjúkrahúsinum standa bilar í bíðirøð heilt út til rundkoyringina á Argjum og niðan eftur Velbastaðvegnum.
Og løgreglan sigur, at tað kann elva til trupulleikar í ferðsluni. Vanligir bilar kunnu møtast, men er talan um býbussar, ella aðrar stórar bilar, verður tað ov trongt.
Tí heitir løgreglan bilførarar umhugsa um teir ikki kunnu finna sær onkran annan veg at koyra eftir, uttan at fara fram við Landssjúkrahúsinum.
Løgreglan sigur, at sami trupulleiki er í Klaksvík, har long bíðirøð er á Víkarvegnum av bilum við fólki, sum skulu kannast fyri koronu.
Støðan er eisini tann, at fólk kunnu ikki seta bilin og fara til gongu á sjúkrahúsini, tí tey, sum skulu kannast fyri koronu, eru biðin um at koma í bili, og at halda seg í bilinum, so fólk bera seg at, sum tey eru biðin.