Korona-hjálpin frá Landsstýrinum er eitt stórt vónbrot

Nógv fáa hjálp, men tað eru eisini nógv, sum onga hjálp fáa

 

Nú Løgtingið samtykti at broyta reglurnar um sjúkradagpening, eru summi tímalønt tryggjað eina partvísa inntøku í sambandi við korona ella tí at tey eru sett í sóttarhald. Men Samtak sigur, at enn eru nógv tímalønt sett eftir.

Samtak er ein felagsskapur ímillum Føroya Arbeiðarafelag, Fiskimannafelagið og arbeiðarafeløgini í Klaksvík.

– Manglar tær ansing, ella missur tú arbeiðstímar, tí at virksemi verður niðurlagað av korona, er eingin hjálp at fáa tað. Ert tú í sóttarhaldi, sum enn ikki er skrásett hjá myndugleikunum, er heldur eingin hjálp at fáa, sigur Samtak.

– Hetta rakar tímalønt, sjófólk og onnur á arbeiðsmarknaðinum, siga tey. Tey vísa eisini á, at undir øllum umstøðum er eingin hjálp at fáa eftir 31. August, hóast farsóttin neyvan er av tá.

– Tað ljóðaði gott seinasta vikuskifti, tá ið bæði landsstýriskvinnan við almannamálum, og løgmaður, alment boðaðu frá, at sjálvandi skuldu løntakarar verjast í samband við koronu farsóttina, siga tey í Samtaki. Men tey siga, at tað er bara partvíst, at tey havavíst tað í verki. 

Í gjár samtykti Løgtingið uppskotini frá landsstýriskvinnuni við almannamálum. Uppskotið tryggjar tey, sum hava fingið korona og tey, sum myndugleikar hava sett í sóttarhald.

– Trupulleikin er, at hópurin av fólki í sóttarhaldi, eru ikki skrásettur, tí tá ið korona útbrotið hendi so knappliga, hevur ikki verið gjørligt hjá øllum at fáa samband við myndugleikarnar, siga tey í Samtaki.

– Fleiri fólk, sum eru í sóttarhaldi,  eru uppringd av fólki, sum hava fingið koronu, men myndugleikarnir hava ikki skrásett at tey eru í sóttarhaldi.

Tað hevur eisini hevur verið ringt at fáa fatur á landslæknanum, sum skrásetur hesi viðurskifti.

– Í øðrum lagi, eru ansingarstovnar í nógvum førum afturlatnir, ella taka einans ímóti teimum børnum, har foreldur hava starv í heilsuverkinum og í tilbúgvingini.

– Hetta setir aðrar løntakarar í eina verri støðu, og hjá tímaløntum merkir hetta mist inntøka – eisini fólk við fastari løn hava trupulleika av vantandi barnaansing.

– Í triðja lagi, hevur nýggja koronaumfarið í Føroyum gjørt, at virksemi í ávísum vinnum er niðurlagað munandi, og tí hava fólk mist ein stóran part av inntøku sínari. Hetta er serliga í tænastuvinnuni, men tey fáa ongastaðni endurgjald fyri mista inntøku vegna korona, sigur Samtak. 

– Sostatt hevur landsstýriskvinnan við almannamálum lutvíst tryggjað summi tímalønt í 17 dagar afturat – til 31. august, tá ið skipanin fer úr gildi, meðan landsstýrismaðurin, ið varar av arbeiðsmarknaðarmálum, letst ikki um vón, siga tey.

– Tað er eisini komið fram, at landsstýrismaðurin, sum varar av arbeiðsmarknaðinum, ikki arbeiðir við nøkrum uppskoti, sum ger, at løntakarar, ið missa inntøku vegna korona útbrotið, vera loftaðir.

– Hetta er eitt vónbrot, og tíverri er landsstýrismaðurinfyri arbeiðsmarknaðin ikki áhugaður í løntakarunum og tykist ikki hava forstáilsi fyri tí sperdu støðuni, tímalønt og onnur vera sett í av hesum, sum tey í Samtaki orða seg.

– Feløgini í Samtak heita á landsstýrismannin við arbeiðsmarknaðarmálum um at fara til arbeiðis og taka arbeiðandi fólkið í Føroyum í álvara. Og tey heita á løgtingið um at seta seg betur inn í viðurskiftini og langtíðartryggja løntakaran, so hann ikki aftur stendur fullkomiliga á berum 31. august.