Higartil verður mett, at korona-farsóttin kosta Heilsutrygd einar 800.000 krónur. Tað sigur Egil á Bø, stjóri í Heilsutrygd.
Korona-farsóttin hevur havt stórar, fíggjarligar avleiðingar nógvastaðni í samfelagnum, og heldur ikki Heilsutrygd er sloppið undan.
Egil á Bø sigur, at tær 800.000 krónurnar, sum mett verður at korona higartil hevur kostað Heilsutrygd, eru til samsýningar til kommunulæknar fyri at skriva ávísingar til koronukanningar.
Í fyrstuni, tá ið korona fór at ganga, skuldu fólk, sum vildu kannast, ringja til kommunulæknan, sum síðani skuldi gera av um grundarlag var fyri at fara til kanningar.
Síðani kundu øll fara til kanningar, men kortini var tað neyðugt við eini ávísing frá kommunulæknanum, men nú í fleiri vikur hava fólk kunna farið til kanningar, uttan at hava ávísing frá lækna.
– Bæði vit, og kommunulæknar vístu rættiliga tíðliga á, at tað er ikki ein serliga heppin loysn, at kommunulæknar skuldu brúka tíð og arbeiðsorku upp á at skriva ávísingar til koronu-kanningar, tí teir høvdu ríkiligt at takast við annars.
Egil á Bø vísir sostatt á, at samstundis sum at Heilsutrygd hevur havt einar 800.000 krónur í beinleiðis útreiðslum av koronu, hava aðrar útreiðslur verið minni enn tær plagdu vera.
Orsøkin til tað er, at eitt skifti mestsum góvust fólk at fara til lækna við teimum trupulleikum tey høvdu. Men samstundis avmarkaðu bæði tannlæknar, fysioterapeutar sítt virksemi og høvdu nógv færri viðgerðir enn vanligt, og tað hevur eisini spart heilsutrygd fyri nakað av útreiðslum. So, samanumtikið, hevur virksemið hjá læknunum verið væl minni á øðrum økjum enn koronu.
– So hvussu endaliga úrslitið sær út, vita vit ikki í løtuni, sigur stjórin í Heilsutrygd.