Korona hevur flutt okkum tann rætta vegin

Dýrt keyptu royndir av koronu kunnu slóða fyri einum familjuvinarligum arbeiðsmarknaði

Korona hevur lært okkum, at við teldum, tunlum og aðrari nútímans tøkni, kunnu vit skapa ein arbeiðsmarknað, sum er leysari av tíð og stað, enn vit eru von við. Tað var ein boðskapur hjá Súna Selfoss, formanni í Starvsfelagnum, á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum í morgun.

 

Hann sigur, at ein tann størsta avbjóðingin, vit hava, er pusslispælið at finna javnvág ímillum familjulív og arbeiðslív. Skipanin leggur ikki upp fyri, at menniskju ikki eru maskinur, men livandi verur og úrslitið síggja vit hvønn dag, heldur hann.

 

Og úrslitið er, at hóast vit ongantíð í søguni hava verið tryggari, mettari og ríkari enn nú, eru tað ov nógv, sum mistrívast, tað eru ov nógv børn og ung, sum hava ilt í lívinum, og tað eru ov nógv vaksin, sum dragast við strongd, angist og tunglyndi.

 

– Her er avgjørt rúm fyri batum  - korona lat upp fyri djúphugsan og nýhugsan, segði Súni Selfoss.  Hann sigur, at korona hevur gjørt okkara arbeiðsmentan sjónligari, bæði fyri tað góða og tað minni góða – og vit eru vorðin klókari.

 

– Eitt nú prógvaði koronakreppan enn einaferð, at álit og fakligheit skulu til, skal arbeiðsmegin og arbeiðsgleðin blóma. Hon prógvaði eisini, at starvsfólk vilja skapa spennandi og brúkiligar loysnir, tá tey sleppa at prógva sítt virði, og at tey eru før fyri tað eisini.

 

Og ikki minst prógvaði korona, at arbeiði nýtist ikki at vera staðbundið ella tíðarbundið, men kann lagast til tørvin hjá tí einstaka, familjuni og arbeiðsplássinum.

 

– Enn er okkara arbeiðshugtak bundið at verksmiðjumentanini í ídnaðarsamfelagnum, har fólk møta inn tíðliga á morgni, og fara til hús aftur seinnapart. Við korona varð tað klokkuklárt, at við nútímans tøkni - teldum og tunlum – kunnu vit skapa ein arbeiðsmarknað sum er leysari av tíð og stað, og at uppgávur, fundir og samskifti kunnu skipast øðrvísi.

 

– Vit eru ómetaliga røsk til at laga okkum til broyttar umstøður, tá ið tað krevst, og tað vísti løntakarin undir kreppuni so sanniliga, tá ið arbeiðið hjá teimum flestu, knappliga varð flutt frá arbeiðsplássinum og heim í privatu heimini.

 

– Hesar dýrt keyptu royndir kunnu slóða fyri einum familjuvinarligari arbeiðsmarknaði, har nútímans undirstøðukervi letur upp fyri nýggjum loysnum, nýggjum gerandisrútmum og kanska enntá nýggjum bústaðarmynstrum, heldur formaðurin í Starvsfelagnum.

 

– Slíkt hendir ikki eftir einum degi, men mítt uppáhald er, at royndirnar við korona hava flutt okkara fatan um familju- og arbeiðslív rann rætta vegin, og tað skjótari enn vit annars høvdu komið - og tað er gott, segði Súni Selfoss.