Øll, sum koma til Føroya, eiga at verða kanna – og tað eigur at verða sett í verk alt fyri eitt.
Tað sigur Tóra við Keldu, forkvinna í Megd, sum er felagsskapur fyri tey, sum bera brek av ymsum slagi.
Í løtuni er tað so, at bara útlendingar, sum koma til Føroya, skulu kannast fyri korona, men føroyingar skulu ikki. Men frá 27. juni, sum er næsta leygardag, skulu øll kannast, sum koma til landið, eisini føroyingar ið hava verið uttanlands og ferðast, ella í ymsum ørindum.
Men tey í Megd halda, at tað er ov leingi at bíða. Tóra við Keldu vísir á, at tá ið samfelagið varð stongt tíðliga í mars, varð tað skil í tí og úrslitið var eisini, at korona mátti lúta.
– Nú vit latað markið til útlandið upp aftur, at tað ringt at síggja nakra meining í tilmælinum. Tað stendur ikki mát við undanfarin tilmæli, og tey gera mun á fólki – hóast korona ikki ger mun á fólki, sigur hon
– Ferðafólk kunnu vera smittukeldur, og hetta er vandamikið fyri fleiri bólkar í samfelagnum. Tí er tað gott, at kravið um at ferðafólk skulu vísa váttan um negativa kanning, sum ikki er eldri enn fimm dagar.
– Men hví ikki - beinanvegin - seta føroyingum, sum ferðast uttanlands og koma heim aftur, sama krav, spyr hon.
– Føroyingar, sum búgva her, eru í sama vanda sum onnur at bera smittuna við sær. Tey koma enntá beint inn í føroyska samfelagið og tí eigur sama krav at verða sett til øll, sigur Tóra við Keldu.
Hon heldur, at tað er eisini tankavekjandi, at hvørki Almannaverkið ella Kommunufelagið vórðu tikin við, tá ið avgerðirnar vórðu tiknar og harafturat hevur læknafakligi myndugleikin sett spurnartekin við tilmælið.
Hon heldur, at við tilmælinum sum nú eru, verða upp aftur hægri múrar lagaðir rundan um tey, sum frá fyrsta degi hava verið fyri teimum størstu avmarkingunum, nevniliga okkara sjúku, veiku og gomlu.
– Hetta kann ikki vera meiningin, tí málið má vera, at øll fáa ein frælsari og virknari gerandisdag, sigur Tóra við Keldu.
Tað hevði verið ein meining við tilmælunum, um so er at øll, sum koma til landið, verða kannað alt fyri eitt. Hetta hevði eisini verið við til at taka múrarnar niður aftur, sum eru rundan um tey, sum hava teir hægstu múrarnar, sigur forkvinnan í Megd.
– Tá kundu vit væl møguliga breggjað okkum av, at hetta megnaðu vit eisini, sigur. Tóra við Keldu.