Hetta eru góð tekin og eg eri bjartskygdur. Tað segði Pál Weihe, ráðgevari í koronu, í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi.
Eftir at friður hevði verið fyri koronu í langa tíð, varð landið mestsum sett í undantaksstøðu aftur í farnu viku, tá ið talið á smittaðum brádliga fór at hækka aftur. Tí varð mælt til, at øll tiltøk, sum samla nógv fólk, vórðu avlýst hesa vikuna, bæði almenn og privat tiltøk. Avleiðingin av, at bæði mentanarstevna í Havn og norðoyastevna í Klaksvík, vórðu avlýst, og tað vóru privatar veitslur eisini.
Les eisini: Boð frá løgmanni um koronu: Vit lata spakiliga upp aftur
Síðani at talið á smittaðum minkað aftur og í fyrrdagin vóru fimm tilburðir og í gjár vóru tveir tilburðir. Men tað er ikki heilt tamarhald á støðuni enn, tí myndugleikarnir vita ikki nágreiniliga, hvaðani smittan stavar, tí onkur gongur runt og smittar onnur. Pál Weihe sigur, at tað kann vera okkurt ungt fólk, sum kanska ikki hevur nøkur sjúkueyðkenni, og sum sostatt ikki veit av, at hann, ella hon, hava koronu.
Men hann sigur, at hóast hann er bjartskygdur aftur nú talið á smittaðum er lágt, heldur hann, at tað er ov tíðliga at sleppa teymunum heilt. Løgmaður er komin við nýggjum tilmælum í dag, men Pál Weihe heldur, at hóast tey eru linkað, eiga fólk kortini at vera ansin.
Hann sigur, at vit eru ikki í eini støðu, har tað antin er ein spurningur um at geva leyst, ella at lata alt aftur, tí tað eru nógvir millumvegir.
Hann vísir á, at mesta smittan er í Havnini og yvirhøvur eru tað ungfólk, sum nú bera smittuna. Tí heldur hann, at tað krevur størsta varsemi at fara á skeinkistøð, har nógv fólk, sum ikki kennast, og har tey eru tætt saman, og kanska fáa kenning og gloyma at ansa eftir. Har er stórur vandi fyri smittu, heldur hann.
Hann vísir eisini á, at tað er gott at vera fyrivarin og í hesum sambandi hevur Zarepta avlýst eina legu fyri at binda um heilan fingur.
Hinvegin heldur Pál Weihe, at tað ber væl til hjá arbeiðsplássum, bindiklubbum, og øðrum, sum eru von at vera saman, at fara útferð. Men kynstrið verður at ansa eftir á veitsluni aftan á, serliga um talan er um arbeiðspláss við fleiri deildum, har fólk ikki eru von at vera saman dagliga.
Eru fólk sinnað at avmarka tær støður, har tilvildarlig fólk hittast, hevði tað hjálpt væl, sigur koronuráðgevarin.
Men hann heldur kortini, at tað eigur at bera til at skipa fyri fótbóltsdystum við áskoðarum. Eitt er, at tað er uttandura og har er smittuvandin munandi minni, men tað ber eisini til at avmarka talið á áskoðarum og at spjaða teir runt, so at teir ikki sita ov tætt saman. Ein máti er at býta áskoðaraplássini sundur í deildir og at fólk ikki ganga ímillum.