Ferðafólkastreymurin ímillum Føroyar od Danmark, hevur av álvara tikið seg upp aftur í kjalarvørrinum á korona. Í hesum sambandi eru eisini nógvir føroyingar farnir av landinum. Men korona ger framvegis um seg í Danmark og í hesum sambandi hava donsku myndugleikarnir gjørt eitt yvirlit yvir nakrar brennideplar um alt landið, har tað er stórur vandi fyri, at nógv fólk savnast, og har tað sostatt eisini er stórur smittuvandi.
Danskir myndugleikar siga, at hetta eru pláss, har fólk ikki eiga at fara, og sum løgreglan hevur eitt serliga vakið eyga við. Og verður tað neyðugt, fer løgreglan at seta fólki fyribils forboð fyri at verða á hesum plássum.
Niðan fyri sæst, hvørji hesi plássini eru, har mælt verður til, at fólk ikki fara. Hesir brennideplarnir eru:
Í Keypmannahavn:
Kongens Have
Amager Strandpark
Dele af Fælledparken
Midterrabatten på Sønder Boulevard på Vesterbro
Islands Brygge
Dronning Louises Bro
Kastrup Strandpark (Sneglen)
Området langs Sandkaj og ved Göteborg Plads (se kort)
Á Fjóni:
Odense, Munke Mose
Odense, Eventyrhaven
Odense, Skovsøen/Engen
Svendborg, Christiansminde
Í Mið- og Vestursælandi:
Folkeparken/Byparken i Roskilde
í Norðurjútlandi
Aalborg, Jomfru Ane Parken