Korona ger at Elias og Sävehof ikki møta Magdeburg í kvøld

Göteborgsposten staðfestir, at tað verður torført at finna eina nýggja dagfesting til European League dystin

Elias Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir skuldu eftir ætlan klokkan 17.45 í kvøld spæla ársins dyst í Partille.

 

Á skránni var eftir ætlan heimadystur móti týska stórliðnum Magdeburg í EHF European League. 

 

Fleiri av spælarunum hjá Magdeburg hava fingið staðfest Koronu, og tí verður eingin stórdystur í Partille í kvøld. Hesir spælararnir hjá Magdeburg fingu staðfest Koronu aftaná útidystin móti spanska liðnum, La Rioja í undanfarna umfari í European League. 

 

Sunnudagin vístu Koronu-kanningarnar, at eingin spælari hjá Magdeburg var positivur, og tí høvdu Sävehof og Magdeburg kunnað spælt dystin eftir svensku korona-reglugerðini, men hetta vildi evropeiska hondbóltssamgongan, EHF ikki ganga við til. 

 

Ítróttarstjórin í Sävehof, Emil Berggren greiðir frá í blaðnum, Göteborgsposten, at tað er upp til Sävehof og Magdeburg at finna eina nýggja dagfesting, men tað er sambært Emil Berggren ein næstan ómøgulig uppgáva, tí bæði liðini hava eina rokaða dystarskrá. Sävehof hevur umframt dystir í European League og í heimligu deildini eisini vunnið seg í hálvfinalurnar í steypakappingini, so har er ikki at geva av hjá Sävehof. Magdeburg hevur sum øll onnur bundesliga-lið eisini eina tætta dystarskrá.

 

Emil Berggren væntar, at onkur dystur í svensku kappingini má flytast fyri at fáa avgreitt heimadystin móti Magdeburg, ið er ein heimadystur sum øll í Partille gleða seg til.

 

Vóru koronu-reglugerðirnar sum í undanfarna kappingarári hevði Sävehof vunnið á Magdeburg uttan dyst, júst sum KÍ vann á Slovan Bratislava í Champions League undankappingini í fjør. Men tær koronu-reglugerðirnar eru ikki galdandi hetta kappingarárið.

 

Elias og liðfelagarnir skulu tað sum er eftir av 2021 spæla tveir dystir um vikuna í svensku landskappingini og í svensku steypakappingini: - Tað verður spennandi at finna eina nýggja dagfesting til dystin, staðfestir Emil Berggren turt í samrøðu við Göteborgsposten.