Korona ger aftur um seg í Wuhan í Kina

Partar av kinesiska býnum, Wuhan, har koronu-smittan upprunaliga byrjaði, eru nú stongdir, tí býurin aftur hevur havt nýggjar smittutilburðir.

Tað eru umleið trý ár síðan, at Wuhan hevði sínar fyrsti koronu-tilburðir.

 

800.000 íbúgvar í Wuhan skulu halda seg heima, eftir at millum 20 og 25 smittutilburðir hava verið í býnum um dagin seinastu vikuna.

 

Tað veit tíðindastovan NTB at siga. 

 

Íbúgvarnir skulu halda seg heima í fyrsta lagi fram til 30. oktober.

 

NTB veit eisini at siga, at fleiri enn 1000 smittutilburðir eru staðfestir um alt landið nú triðja dagin á rað.

 

Kina hevur umleið 1,4 miljardir íbúgvar.

 

Eisini partar av øðrum býum í heimsins fólkaríkasta landi eru nú stongdir í royndini at fyribyrgja smittuspjaðing.

 

Sagt verður, at stongsul orsakað av koronu hevur ført til búskaparliga afturgongd í Kina.