Korona gav Keypsamtøkuni fleiri inntøkur

Leiðslan í Keypsamtøkuni er nøgd við ársúrslitið í fjør, sum vísir eitt yvirskot upp á 2,7 milliónir krónur.

Og tað er í mun til eitt úrslit upp á 662.000 árið fyri.

 

Eginognin hjá Føroya Keypsamtøku er nú góðar 52 milliónir krónur.

 

Tað sæst í roknskapinum, sum er almannakunngjørdur á vinnuvitan.biz.

 

Leiðslan í Keypsamtøkuni skrivar, at Covd-19 hevur havt ávirkan á ársfrágreiðingina fyri 2020 við størri umsetningi. Tann økti umsetningurin hevur havt við sær, at Føroya Keypsamtøka hevur rokkið einum størri yvirskoti enn væntað.

 

Fyri 2021 vænta tey ikki, at covid-19 fer at hava ein stóru positivu ávirkan, og tí verður ikki roknað við einum eins góðum úrsliti í ár.

 

Nettoumsetningurin hjá Keypsamtøkuni var í fjør góðar 280 milliónir krónur í mun til slakar 254 milliónir árið fyri.

 

Bruttovinningurin er vaksin úr 45,8 milliónum upp í 51 milliónir.

 

Felagið hevur rindað 44,4 milliónir krónur í lønum í mun til 41,3 árið fyri.

 

Tað starvaðust 133 fólk í Føroya Keypsamtøku í 2020 í mun til 131 í 2019.

 

Stjóri Í Føroya Keypsamtøku er Finn Nielsen

 

Í nevndini sita:

 

Jákup Ólavsson Danielsen, Tórshavn, nevndarformaður

 

Erling Bjarki Jørgensen, Tórshavn, nevndarlimur

 

Guðrun Petersen, Froðba, nevndarlimur

 

Jóannes Dánjal Sivertsen, Norðdepil, nevndarlimur

 

Jón Tyril, Norðagøta, nevndarlimur

 

Karin Kastalag, Glyvrar, nevndarlimur

 

Tummas Kári Lauritsen, Miðvágur, nevndarlimur