Korona: Fjórði dagur við ongari nýggjari smittu

Nú eru bert sjey fólk smittað við koronu

Eingin nýggjur smittutilburður av covid-19 varð staðfestur í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. 

Hetta er fjórði dagurin á rað, at eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur. Seinastu vikuna hava bert verið tríggir tilburðir samanlagt.

Í gjár vórðu 325 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 218.407 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 652 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 644 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru sjey persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.