Í gjár skuldi B71 spæla heimadyst í fyrstu deild ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Dysturin varð útsettur. Leygardagin skal B71 spæla á útivølli ímóti KÍ.
Formaður í B71 er Karl Vidtfeldt. Hann sigur, at teir ætla sær til Klaksvíkar leygardagin:
-Týsdagin fara venjarin og allir spælararnir at savnast til venjing fyri fyrstu ferð í fleiri vikur. Tað kennist mest sum um, at vit byrja av nýggjum, men vit fegnast um, at tað nú sær ljósari út, hóast venjingarstøðan sjálvandi ikki er, sum hon eigur at vera, sigur B71 formaðurin.
Síðstu vikurnar hava átta spælarar og B71 venjarin, Richard Goffe úr Onglandi, verið í sóttarhaldi. Hinir umleið tíggju spælararnir hava roynt at venja undir leiðslu av eldhugaðum kreftum í felagnum.
-Men tað verður sjálvandi ongantíð tað sama, sum tað er, tá ið allir eru savnaðir, og hetta skýggið ikki hongur yvir okkum, sigur B71 formaðurin.
Tríggir ungir útlendskir spælarar eru í B71. Teir búgva saman í einum húsum í Skopun, og teir vórðu smittaðir við koronu. B71 spælararnir vóru á ólavsøku og hugdu eftir fótbólti. Útlendingarnir komu ikki suður aftur beinanvegin. Síðani kendi ein seg illa, og tað varð staðfest, at hann hevði fingið koronu. So vórðu hinir kannaðir. Teir kendu seg ikki sjúkar, men tað varð staðfest, at teir vóru smittaðir.
Karl Vidtfeldt greiðir soleiðis frá:
-Vit fylgdu leiðreglunum hjá Fótbóltssambandinum og vóru í sambandi við landslæknan. Allir liðfelagarnir, sum høvdu verið saman við smittaðu spælarunum vórðu sendir í sóttarhald. Venjarin hevði koyrt teir til og frá venjing, og hann hevur eisini verið í sóttarhaldi.
Hetta hevur verið ógvuliga harmuligt hjá B71 og teimum í sóttarhaldi.
-Sjálvandi er tað lítið hugaligt at vera í sóttarhaldi, bæði hjá føroyingum og útlendingum. Teir tríggir útlendsku spælararnir hava fingið mat bornan, og skopuningar hava hugsað um teir og borið teimum køkur og annað gott. Mánakvøldið verður sóttarhaldið liðugt, og týsdagin fara allir at venja. Tað sigur seg sjálvt, at teir, sum hava verið í sóttarhaldi, eru ikki í góðari venjing, men vit fegnast um, at teir nú eru frískir, og at allir frá týsdegnum av vera førir fyri at venja, sigur Karl Vidtfeldt, formaður í B71.
Í fýra teimum síðstu dystunum undan seinna koronusteðginum gekk tað væl hjá B71, sum vann tveir dystir og spældi javnt á útivølli ímóti oddaliðnum, sum er Víkingur.










