Korona fer at merkja hetta summarið

- Eg haldi, at tað eru sjónligar broytingar í veðrinum í mun til, tá eg var smádrongur, sigur Annfinn Brekkstein.

 

- Vit fara ein túr til heitari lond, um alt lagar seg við covid-19, sigur Annfinn Brekkstein.

 

 

Hvørjar ætlanir hevur tú fyri summarið 2021? 

- Eg fari at taka mær tíð til abbasynirnar og familjuna. Gera onkrar smávegis umvælingar heima og á garðinum og annars njóta stóran part av summarinum í egnum landi.

Tað sigur Annfinn Brekkstein, sum er varaborgarstjóri í Tórshavnar kommunu.

Verður alt summarið hildið í Føroyum - ella verður ein túrur av landinum? 

- Vit fara ein túr av landinum saman við vinfólki til heitari lond, um alt lagar seg við covid-19. 

Ferðast tú eisini í egnum landi? 

- Ja, vit hava ætlanir um at gera nakrar túrar í Føroyum í summar. 

Væntar tú, at korona fer at merkja hetta summarið í Føroyum? 

- Ja, vit koma at merkja korona hetta summarið. Tað eru nógv fólk, ið velja at vera heima. Tey velja tað trygga og bíða við at ferðast, til tað gerast tryggari. Hetta koma vit at merkja í Føroyum, tí vit hava fingið nógvar avlýsingar, og tað eru eitt nú cruseskip sum avmelda javnt alla tíðina. 

 

##med2##

Hvat heldur tú um summarveðrið higartil, nú farið er um longsta dag? 

- Høgættirnar hava havt ilt við at sleppa í ár, og tí hevur summarið higartil verið rímiliga turt, men kalt. Hettar sæst eisini aftur í haganum, har gróðurin ikki er komin ordiliga fyri seg fyrr enn.

Annfinn Brekkstein heldur, at tað eru sjónligar broytingar í veðurlagnum í mun til, tá hann var smádrongur. 

- Summarið er vorðið kaldari, og vit hava minni av kava um veturin, sigur hann.

 

- Vit fara ein túr til heitari lond, um alt lagar seg við covid-19, sigur Annfinn Brekkstein.

- Tað eru nógv, sum velja at vera heima í summar.