Enn eru vit ikki komin upp meiri enn hálva ferð. Tað sigur Regin Jakobsen, stjóri í Vága floghavn. Tá ið korona fór at herjað, varð alt flogsamband ímillum Føroyar og umheimin lagt mestsum heilt lamið, men síðani hevur nakað av flúgving tikið seg upp aftur.
Støðan er munandi betri enn tá ið hon var ringast. Men hon er framvegis nógv verri enn hon plagar at vera, sigur Regin Jakobsen.
Hann sigur, at tá ið ringast stóð til í vár, var ferðafólkatalið á flogvøllinum ikki meiri enn eini seks prosent av tí, tað plagar at vera. Nú er tað komið upp aftur á eini 50-60 prosent av tí vanliga, so samanborið við tí, tað plagdi at vera hesa árstíðina.
Sum heild eru tað danskarar, sum koma hendavegin, men eisini nøkur eru úr øðrum londum.
Regin Jakobsen dugur ikki at siga, nær viðurskiftini koma í rættlag aftur, tí tað veldst alt um, hvussu støðan viðvíkjandi koronu verður. Men tað verður ikki í ár, og kanska heldur ikki næsta ár, sigur hann.
Men annars skal ikki so nógv til at gongdin broytist munandi, tí viðurskiftini eru so smá. Heldur hendan støðan sær, har vit hava gott tamarhald á smittuni, men har støðan kanska er verri enn aðrastaðni, ivist eg ikki í, at ferðafólk hava hug at koma til Føroyar, heldur hann.
Hann sigur, at hann hevur tosað við donsk ferðafólk, sum eru komin higar. Tað eru fólk, sum plaga at ferðast suðureftir í heitari lond. Men har hava tey ikki gott tamarhald á støðuni sum her og tí koma tey heldur hendavegin.
– Tað skal ikki so nógv fólk til av hesum slagnum, so munar tað rættiliga væl hjá okkum.
Ein fyrimunur, vit hava, er, at vit eru ikki longur burtur úr Danmark enn tveir tímar, har tað er nógv bíligari, og nógv dýrari, at fara til Grønlands.
Vága Floghavn setti rættiliga nógvum fólkum úr starvi og sum støðan er nú, eru ikki útlit fyri, at í hvussu so er tann stóra rúgvan, verður sett aftur.
– Tað kann vera so skjótt, at fólk verða sett aftur, tað veldst alt um, hvussu tað verður við flúgvingini. Men við teirri flúgving sum nú er, fáa vit ikki sett fleiri fólk,sigur Regin Jakobsen.