Hin smittaði er komin til Kangerlussuaq við flogfari úr útlandinum. Grønlendska sjálvstýrið vísir á, at hin smittaði bara hevur verið í Kangerlussuaq. Landslæknin í Grønlandi, Henrik L. Hansen, sigur soleiðis um støðuna:
- Við tí smittutrýsti, sum er í Danmark og í umheiminum í løtuni, er væntandi, at ferðandi kunnu koma, sum eru smittaði við covid-19.
Henrik L. Hansen vísir á, at tað alla tíðina er ein balansugongd og viging um at hava samfelagshjólini gangandi - uttan, at hetta skal ganga út yvir vanligu fólkaheilsuna.
Sambært grønlendska sjálvstýrinum hevur hin smittaði verið í sóttarhaldi, síðan viðkomandi kom til Kangerlussuaq.
- Vit meta tí, at støðan er undir eftirliti, og at tað tískil ikki er týðandi vandi fyri smittuspjaðing í Kangerlussuaq. Tey sambond, sum hava verið í hesum føri, eru nú í sóttarhaldi, sigur grønlendska sjálvstýri.
Eins og í Føroyum, verður eisini í Grønlandi stúrt fyri, hvat kann fara at henda, nú jólini nærkast, og mong koma heim úr útlandinum at halda jól saman við familju, vinum og kenningum.
Hin seinasti covid-19 smittutilburðurin í Grønlandi - undan tilburðinum í Kangerlussuaq - varð staðfestur hin 11. november í Aasiaat. Hetta var eitt fólk, sum eftir heimkomu til Grønlands varð endurtestað á fimta degi.