Korona er staðfest í B36 hópinum. Tí er landskappingardysturin, sum skuldi vera á Skála mikukvøldið, útsettur. Tað boðar Skála Ítróttarfelag frá í kvøld.
Eftir boðum frá Fótbóltssambandinum eru allir spælarar, venjarar og hjálparfólk í øllum feløgunum koronukannað.
Eftir at B36 hópurin er kannaður, er tað staðfest, at koronusmittan er í hópinum. Um tað er ein ella tað eru fleiri, sum eru smittaðir, er ikki upplýst.
Men tað er greitt, at dysturin, sum skuldi vera á Skála mikukvøldið, er útsettur. Nær hann verður spældur er ikki greitt enn.
B36 skal mánadagin suður á Gibraltar at spæla í Europa kappingini.











