Korona er eisini á Suðurpólinum

Seinasta kontinent at fáa staðfest smittuna

Korona er nú at finna á øllum heimsins kontinentum, eftir at kilenski herurin í dag boðaði frá, at smittan er staðfest á einum kilenskum granskingardepli í Antarktis.

Antarktis var til fyri stuttum einasta kontinentið, har smittan ikki var staðfest, men nú 36 fólk á Bernardo O'Higgins granskingarstøðini hava fingið staðfest smittuna, hevur koronasmittan verið um allan heim - bókstaviliga.

Boðini koma bert tríggjar dagar eftir, at kilenar boðaðu frá, at smittan var staðfest umborð á einum hernaðarskipi, ið veitti vistir til granskingarstøðina.

Øll tey sjúku eru flutt av Antarktis til Kili.