– Koppsetingin verjir ímóti koronu - eisini ímóti omikron-frábrigdinum. Tað vísir ein nýggj føroysk kanning, har tey, sum eru smittað higartil í januar í ár, eru kannað. Úrslitið er, at koppsetingin fyri koronu verjir eisini væl ímóti omikron variantinum – og tað ger serliga góðan mun hjá teimum, sum eru koppsett tríggjar ferðir.
– Tá ið omikron-varianturin kom til Føroya, fingu vit ábendingar um, at koppsetingin ikki vardi líka væl ímóti tí variantinum, sum ímóti variantunum, vit kendu frammanundan, siga Lars Fodgard Møller og Olga Kristina Hansen, sum hava staðið fyri kanningini.
– Við hesi nýggju kanningini kunnu vit tó staðfesta, at koppsetingin eisini verjir ímóti Omikron-variantinum, og nú kunnu vit seta tøl á, hvussu væl koppsetingin verjan er, siga tey.
– Greiningin vísir, at tvær sproytur minka vandan fyri at fáa koronu niður í eina helvt, og at triðja sproytan minkar um vandan at verða smittaður uppaftur meira. – Hvørja ferð at tvey fólk, sum eru koppsett tríggjar ferðir, verða smittað, verða fimm fólk, sum ikki eru koppsett, smittað við korona.
Eitt úrslit av greiningini er eisini, at tey sum eru 50 ár og eldri, og eru koppsett, eru betri vard enn tey sum eru yngri enn 50 ár og eru koppsett. Hetta er tí at tað eru fleiri fólk yvir 50 ár, sum koppsett tríggjar ferðir, enn tað er ímillum tey yngru.
Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur, at úrslitini eru samanberilig við danskar greiningar, og hann fegnast um, at tað ber til at staðfesta tað sama við føroyskum tølum.