Eingin óviðkomandi slettur fram at teimum royndunum, sum eru tiknar av fólki í sambandi við koronukanningar. Og eingin óviðkomandi sleppur heldur fram at tilfarinum. Tað staðfestir Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn, hevur spurt hann, hvør sleppur fram at tí lívfrøðiliga tilfarinum, sum er tikið av fólki í samband við koronukanningar. Og hon spyr eisini um tað er hugsandi, at tilfarið fer at verða brúkt til onnur endamál.
Hon vísir á, at í Danmark er eitt mál, at royndir, sum eru tiknar av barnakonum, eru brúktar til heilt onnur endamál, uttan at tær vórðu kunnaðar um tað.
Kaj Leo Holm Johannesen ger púra greitt, at tilfarið verður ikki brúkt til nakað annað endamál enn at vita, um fólk hava koronu, ella ikki
Landsstýrismaðurin sigur, at tað er sjúkrahúsverkið, sum hevur ábyrgd av kanningunum, sum verða bílagdar á corona.fo, og tað er sjúkrahúsverkið, sum tryggjar, at alt fer rætt fram. Sjúkrahúsverkið hevur avtalu við Thetis og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna um at greina kanningarnar.
Og tað eru greiðar mannagongdir fyri, hvussu kanningarnar skulu fara fram, og hvussu tilfarið verður burturbeint
Allar royndirnar frá teimum trimum sjúkrahúsunum, sum verða sendar til greiningar hjá Thetis, verða merktar við strikukotu og sostatt eru tær dulnevndir. Tá greiningin er liðug, verða allar royndirnar sendar aftur á Landssjúkrahúsið sum síðani beinir tær burtur beinanvegin.
Burturkast frá Landssjúkrahúsinum verður koyrt á brennistøðina, har starvsfólk hjá sjúkrahúsinum beina burturkastið beinleiðis í brenniovnin.
Eisini allar royndirnar frá teimum trimum sjúkrahúsunum, sum verða sendar til greiningar hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, verða merktar við strikukotu og sostatt eru eisini tær dulnevndar.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur eina fasta mannagongd har allar royndir, og alt tilfar til at taka royndir við, har korona ikki er ávíst, verður fryst í gular posar.
Teir verða heintaðir tvær-tríggjar ferðir um vikuna og koyrdir beinleiðis í brunnin á brennistøðini, og har grabbin koyrir tað í brenniovnin.
Tá ið posarnir verða heintaðir, skal starvsfólkið frá Renovatiónini, sum er eftir teimum skriva undir eitt skjal sum váttar, hvør hevur verið eftir teimum. Tað vil siga, at tað ber ikki til hjá nøkrum at fáa fatur á posunum.
Umframt tær kanningar, sum Sjúkrahúsverkið hevur ábyrgdina av, hevur Heilsumálaráðið gjørt avtalu við Thetis og Smyril Line um at kanna øll ferðafólk, sum koma til Føroya.
Eftir avtaluni við Thetis, er tað Deildin fyri arbeiðs- og almannaheilsu, sum hevur ábyrgdina av at kanna øll ferðafólk, sum til Føroya við flogfari. Pál Weihe, yvirlækni á deildini, hevur upplært og góðkent fólk at taka royndir av øllum teimum, sum koma til Føroyar við flogfari.
Allir royndirnar verða beinanvegin sendir beint av flogvøllinum á Thetis til greiningar. Alt tilfar frá fólkum, har korona ikki verður ávíst, verður beinanvegin burturbeint.
Potipinnar hjá teimum, sum fáa staðfest korona, verða goymdir í eina viku, tí talan kann verða um at kanna teir fyri ymsar variantar av koronu.
Tilfarið verður goymt í læstum rúmi á Thetis. Bara tey, sum arbeiða á koronastarvsstovuni, hava atgongd til rúmið, men tey hava ikki loyvi til at brúka teir til nakað annað enn til koronu-kanningar.
Eftir avtaluni við Smyril Line er tað ein lækni, sum hevur ábyrgdina av kanningunum, sum ein kanningarstova ger.
Smyril Line skal tryggja sær, at kanningarstovan ikki kann knýta eitt kanningarúrslit beinleiðis til ávíst ferðafólk.
Har ferðafólk, sum koma við Norrønu, ikki hava koronu, tryggjar Smyril Line sær, at kanningarnar verða burturbeindar.
Men verður korona staðfest hjá ferðafólki, tryggjar Smyril Line, at Landslæknin í Føroyum fær boð beinanvegin bæði í telefon og skriftligt og síðani tryggjar Smyril Line, at kanningarnar verða burturbeindar.