Korona: Ein bólkur er í nógv størri vanda

Nýggj kanning váttar, hvussu stóran týdning tað hevur at lata seg koppseta, siga myndugleikarnir

Verða fólk, sum ikki eru koppsett, rakt at delta-variantinum av koronu, eru tey í nógv størri vanda fyri at enda á sjúkrahúsi, enn tey eru, sum eru koppsett. Tað er niðurstøðan í nýggjari kanning, sigur Statens Seruminstitut í Danmark.

 

Fáa fólk, sum ikki eru koppsett, delta-variantin av koronu, er vandin fyri at tey enda á sjúkrahúsi, nevniliga 201 prossent størri enn hann hann er hjá teimum, sum verða rakt av alfa variantinum.

 

Næstan øll, sum verða fáa koronu nú, verða smittað við delta variantinum og samstundis vísa royndirnar, at tey, sum eru koppsett, eru rættiliga væl vard ímóti at verða so sjúk av delta variantinum, at tað er neyðugt at leggja tey á sjúkrahús.

 

Tað er koppingarevnið frá Pfizer, sum vit brúka, og royndirnar vísa, at fáa tey, sum koppsett við Pfizer, delta variantin av koronu, eru 94 prosent av teimum vard fyri at verða verða so sjúk, at tey mugu á sjúkrahús, og Statens Serumistitut sigur, at hetta er eitt dømi afturat um, hvussu stóran týdning tað hevur, at fólk lata seg koppseta. Men fólk skulu sjálvandi eisini fylgja almennu tilmælunum um reinføri, og annað.