Í dag hevur danska uttanríkisráðið gjørt av at mæla frá, at fólk fara uttanlands at fara yvirhøvur. Tað merkir, at nú er allur heimurin settur á tann appilsinlitta listan hjá donsku myndugleikunum.
Í nógvum londum er orsøkin til tað, at korona breiðir seg við rúkandi ferð um allan heimin, ikki minst í Evropa. Í øðrum londum er orsøkin, at tey seta so strong krøv til at ferðafólk skulu í sóttarhald, at tað er endamálsleyst at fara hagar í feriu.
Í øllum heimimum eru tað í dag bara tveir landspartar í norðaliga í Svøríki, har so fá fólk verða smittað, at hagar kunnu fólk fara. Tað eru landspararnir Västerbotten og Västernorrland.
– Sum heild er støðan tann, at vit mæla fólki frá at ferðast yvirhøvur, sigur Erik Brøgger Rasmussen, stjóri í uttanríkisráðið, við DR.
Tey, sum longu eru uttanlands, skulu verða har, sum ætlað, men tey eiga at vera serstakliga varin og tá ið tey koma heim aftur, eiga tey at lata seg kanna.
Uttanríkisráðið sigur, at tað er ilt at siga, hvussu leingi hetta fer at vara. Smittan er farin at breiða seg skjótari, enn mett var og hendan smittubylgjan er komið fyrr enn mett varð.
Men víst verður á, at veturin stendur fyri durum og sostatt er hetta tíðin, har fólk í alsamt størri mun leita sær innandura, tí líkindini eru ikki til at vera uttandura. Og innandura er smittuvandin munandi størri enn uttandura, so tey vænta, at smittan fer.
Sostatt er tað tíverri rættiliga stórur vandi fyri, at hendan støðan fer at vara við í drúgva tíð, sigur Erik Brøgger Rasmussen.