Á Glasi eru nakrir næmingar smittaðir við Covid-19. Men sambært boðum frá skúlastjóranum er tað serliga innan tað yrkisrættaða økið, at smittan hevur rakt skúlan.
– Vit eru í tøttum samskifti við Uttanríkis- og mentamálaráðið og landslæknan um støðuna, sigur rektarin í boðum til næmingarnar.
– Landslæknin hevur í sínari smittusporing gjørt av, hvørji skulu í sóttarhald, og tey hava øll fingið boðini ella fáa boðini hvørja løtu. Hetta fer at ávirka stóran part av virkseminum innan ta yrkisrættaða økið komandi vikuna.
– Próvtøkuætlanin innan tað gymnasiala økið koyrir sum lagt til rættis og kunnað. Tað merkir, at vit í morgin koyra skrivligu próvtøkurnar og ársroyndirnar sum ætlað, sigur rektarin, sum minni á, at tað er umráðandi at lata eg testa fyri covid-19, um vit hava grundaða orsøk til tess.
– Tað kann vera tí, at vit kenna á okkum viðkomandi sjúkueyðkenni ella meta okkum hava verið nær ein smittaðan persón.
Hann sigur eisini, at teir næmingar, ið eru settir í sóttarhald av landslæknanum, og tí ikki kunnu koma til próvtøku ella ársroynd, skulu seta seg í samband við lestrarvegleiðingina skjótast gjørligt, sigur rektarin á Glasi, Steinbjørn Hardlei, sum enn einaferð minnir næmingarnar á, at nú er sera umráðandi, at vit øll eru sera ansin og fylgja leiðreglunum