Korona broytir jólini

- Konan keypir, bindur og virkar allar jólagávurnar, og vit "gomlu” keypa í felag okkurt sum manglar í húsunum, sigur Kári P. Højgaard.

 

Hvar verða jólini hildin í ár? 

- Seinasta ár hildu vit jól heima saman við okkara seks børnum, abba-og verbørnum. Eftir ætlan halda konan og eg jól og nýggjár í  Danmark í ár.

Tað sigur Kári P. Højgaard, fyrrverandi løgtings-og landsstýrismaður.

Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir?

- Korona broytir sjálvsagt jólahaldið. Gudstænastur og møtir, sum vanliga fylla nógv í jólahugnanum, verða í ár stroymdar, so fylgjast kann við í sjónvarpinum.

Hvat er á borðinum jóladagarnar?

- Í ár var dunna á borðinum jólaaftan, fleskasteik 1. jóladag, og stokt lambskjøt verður á borðinum 2. jóladag.

Hevur tú keypt jólagávur?

- Konan keypir, bindur og virkar  allar jólagávurnar. Hesar vóru allar komnar í hús í góðari tíð. Vit "gomlu” keypa í felag okkurt sum manglar í húsunum.

At enda ynskir Kári P. Højgaard øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.