Korona: Broyta nú reglurnar um sóttarhald

Reglurnar verða broyttar nýggi omikron-varianturin eisini er staðfestur í Føroyum

Nú nýggi omikron varianturin av koronu fór at gera um seg uttanlands, fóru myndugleikarnir í Føroyum at kanna allar smittutilburðir, sum komu uttanlands fyri at vita um talan er um omikron.

 

Hetta kann taka upp í tveir dagar at gera, siga heilsumyndugleikarnir. Meðan hetta fer fram, setir Landslæknin fleiri fólk í sóttarhald fyri at minka um vandan fyri smittuspjaðing. Hetta merkir, at øll, sum hava verið í beinleiðis sambandi við tey, sum eru smittað – hetta eru fólk í 2. liði - verða sett í sóttarhald – bæði tey, sum ikki eru koppsett, tey, sum eru koppsett og tey, sum hava havt koronu.

 

Fólk í 2. liði verða biðin um at kanna seg fyri korona beinanvegin – uttan tey, sum hava havt koronu hendan seinasta mánaðin.  Hetta er tí at kanningin hjá teimum kann vísa, at tey eru sjúk, hóast tey eru frísk aftur. Fólk í 3. liði verða ikki biðin um at fara í sóttarhald longur. Fólk í 3. liði eru tey, sum hava havt samband við fólk í 2. liði.

 

 

 

Tá ið talan er um omikron

 

Øll, sum hava verið í beinleiðis sambandi við ein, sum hevur fingið Omikron variantin, skulu í sóttarhald í sjey dagar. Men harumframt skulu tey lata seg kanna beinanvegin, samstundis sum at tey eisini eiga at lata seg kanna umaftur á 4. og 6. degi – men hetta er framvegis ikki galdandi fyri tey, sum hava havt korona hendan seinasta mánaðin.

 

 

 

Er talan ikki um Omikron

 

Tey, sum ikki eru fult koppsett, ella ikki hava havt korona, men sum hava verið í beinleiðis sambandi við ein, sum er smittaður, eiga at verða verandi í sóttarhaldi í sjey dagar. Harumframt skulu tey lata seg kanna beinanvegin, og so skulu tey aftur lata seg kanna á 4. og 6. degi.

 

Tey, sum eru koppsett, ella hava havt korona, og sum hava verið í beinleiðis sambandi við tann smittaða, verða loyst úr sóttarhaldinum. Men tey eiga at lata seg kanna beinanvegin, og so verður eisini mælt til, at tey lata seg kanna á 4. og 6. degi.