Tað er ein sannroynd at smittan er í Føroyum, men enn hava vit tamarhald á støðuni. Tað staðfesti løgmaður á tíðindafundi um koronu nú á miðdegi. Og hann sigur, at endamálið er at vit ikki missa tamarhaldið á støðuni og tí eru fleiri tiltøk sett í verk fyri at forða fyri, at hon fer at breiða seg.
Hann sigur, at hann hevur fingið at vita, at longu í næsta mánað fáa vit ta fyrstu sendingina av koppingarevni og kunnu fara undir at koppseta fólk. Tí verða jólini og nýggjarhaldið helst tann seinasta stóra avbjóðingin, vit hava á hesum øki.
– Tað er nógv, sum bendir á, at stríðið ímóti koronu líður ímóti endanum, sigur løgmaður.
Hann sigur, at serliga er stórur dentur lagdur á at forða fyri, at fólk, sum koma til Føroya breiða smittuna og tí er tilmælið, at fólk skulu lata seg kanna tríggjar dagar, áðrenn tey koma til Føroya.
Landsstýrið umhugsaði at seta tað sum eitt krav, men í Danmark er veruleikin tann, at tað er so long bíðitíð at at sleppa til kanning, at verður tað eitt krav, er tað í roynd og veru tað sama sum at nokta fólki at sleppa heim til Føroya.
Men tiltøk verða sett í verk í Danmark fyri at økja um kanningarorkuna og tað er eitt staðiligt tilmæli frá myndugleikunum í Føroyum at fólk lata seg kanna tríggjar dagar áðrenn tey koma.
Hinvegin gongur hann út frá, at fólk, sum ætla sær heim, hava longu bílagt sær kanningina tríggjar dagar áðrenn tey koma.
Samstundis er tað eitt krav at fólk skulu lata seg kanna, beint tá ið tey koma til Føroya og so verður eisini staðiliga mælt til, at fólk lata seg kanna um aftur tá ið tey hava verið her í seks dagar.
– Smittan er í Føroyum og hon breiðir seg her og tí eiga vit gera okkara ítarsta, so at vit ikki missa tamarhaldið á smittuni, sigur løgmaður.
Samstundis ásannar hann, at orsøkin til at smittan framvegis er í Føroyum, og at hon breiðir seg, er tí at tað eru nøkur fólk, sum eru komin til Føroya, men sum ikki hava hildið tilmælini um at vísa varsemi teir fyrstu dagarnar eftir at tey eru komin til Føroya.
Vit hava gjørt av at lata matstovur og skeinkistøð lata aftur klokkan 22. Tað merkir, at fólk sleppa at matstovu og skeinkistøð um dagin og um kvøldið – men samstundis verða gudstænastur avlýstar. Løgmaður sigur, at tað er ein sannroynd, at tá ið fólk syngja, er stórur vandi fyri smittu av partiklum úr munninum, so smittuvandin skal ikki undirmetast.
https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/fleiri-tiltoek-a-jolum-verda-avlyst/Les eisini: Fleiri tiltøk á jólum verða avlýst
https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/tad-verdur-einki-nattarliv-kring-landid-fyrr-enn-eftir-nyggjar/Tað verður einki náttarlív kring landið fyrr enn eftir nýggjár