Franska tíðarritið – France Football – fer ikki at geva Ballon d’Or bóltin í ár. Orsøkin er, at tíðarritið ikki heldur at tað rættvíst at geva Ballon d’Or bólturin í einum kappingarári, sum hevur verið so øðrvísi.
- Fyri fyrstu ferð síðani 1956 verður ein steðgur í Ballon d’Or. Tað verður ongin handan, tí krøvini fyri at geva bóltin ikki kunnu uppfyllast. Vit meta, at eir ár sum hetta ikki kann blíva viðgjørt sum eitt vanligt kappingarár, sigur blaðstjórin hjá France Football.
Hann vísur síðani á, at tað bara eru januar og feburar, sum eru avgreiddir á vanligan hátt. Síðani hevur verið koronasteðgur, og dystirnir eftir steðgin hava verið spældir undir serligum umstøðum. Tí er avgerð tikin um, at Ballon d’Or bólturin í 2020 verður ikki latin. Tað saman við heiðrinum til ársins málverja, venjara og unga spælara.
Lionel Messi er í løtuni metmaðurin við seks Ballon d’Or bóltum, meðan Cristiano Ronaldo hevur fimm. Tað eru liðskiparar á landsliðnum og landsliðsvenjarar, sum saman við fjølmiðlunum, ið atkvøða fyri Ballon d’Or.











