Korona: Avstralia velur aðra leið

- Tað finst eingin tvær-vikur loysn, og tað finst einki "quick fix", sigur avstralski forsætisráðharrin sambært The Guardian.

 

 

 

Avstralski forsætisráðharrin, Scott Morrison, hevur á tíðindafundi sagt, at landið í mest møguligan mun verður rikið sum vanligt í tíðini sum kemur. Men, hann sigur kortini, at tiltøk, sum verða sett í verk, kunnu fara at merkjast teir næstu seks mánaðirnar.

- Tað, sum hendir nú, hendir kanska við hundrað árum ímillum. Tað finst eingin tvær-vikur loysn upp á hetta, vit standa yvirfyri. Tað finst einki "quick fix", sum hann tekur til.

Scott Morrison heldur eftir øllum at døma ikki so nógv um hesi tvær-vikur tiltøkini, og hann heldur ikki, at nøkur prógv finnast fyri, at hetta virkar. - Hetta verður ikki okkara vegur til at loysa hetta mál, sigur hann sambært The Guardian.

Avstralia hevur skúlarnar opnar, men landið hevur sett í verk sóttarverjuboð til øll, sum koma til Avstralia úr øðrum londum.

Ríkisleiðarin, Scott Morrison, ynskir heldur ikki, at fólk úr Avstraliu fara í onnur lond, og Avstralia hevur eisini sett í verk, at tiltøk, sum telja fleiri enn 100 fólk, verða ikki loyvd.

Størsti miðilin í Avstralia - News.com.au - hevur um dagarnar greitt frá, at avstralskir granskarar hava vónir um, at teir hava funnið heilivág móti korona-virus, covid-19. Í løtuni verða umfatandi royndir gjørdar við sjúklingum, sum hava fingið staðfest covid-19.

Miðilin í Avstralia skrivar, at granskarar hava gjørt royndir á kanningarstovu, hvar tvey núverandi sløg av heilivági vísa seg at gera av við korona-virusið í royndargløsum. 

News.com.au skrivar, at tað er leiðandi avstralski professarin og granskarin innan ígerðarsjúkur og mikrobiologi, David Paterson, sum starvast á University of Queensland Centre for Clinical Research, ið stendur aftan fyri royndirnar.

Í dag skriva avstralskir miðlar, at talið av corona-smittaðum í landinum nú er komið upp á 456. Størsti einstaki bólkurin eru fólk í fimtiárunum, men nógv av teimum smittaðu eru eisini fólk, sum eru millum 20 og 40 ára gomul - og so fólk, sum eru í sekstiárunum.

Tað eru lutfalsliga fá, sum eru sjeyti ár og eldri, eins og tey eru lutfalsliga fá, sum eru 20 ár og yngri. Tað var hin 25. januar í ár, at Avstralia staðfesti sín fyrsta korona-tilburð, covid-19, og sjúklingurin var ein maður úr Wuhan í Hubei-landslutinum í Kina.

##med2##