Føroysku gistingarhúsini merkja, at korona er byrjað at gera um seg aftur í Føroyum. Vit hava spurt nøkur av hotellunum í høvuðsstaðnum, og tað vísir seg, at nakrar avlýsingar hava verið seinastu fáa dagarnar.
– Ja, okkurt er annullerað, til dømis okkurt størri selskap, sigur Martin Restorff, stjóri á Hotel Hilton.
– Vit halda okkum til tilmælini og taka tað róligt. Vit ætlaðu at hava diskara til mentanarnáttina, men tað er avlýst. Tað verður eingin brúsandi fríggjadagur, og barrin verður stongd klokkan 22, sigur hann.
Hann spurdi um avlýsingar til gisting í áðni, og tá høvdu fimm meldað avboð.
Á Brandan hava tey eisini nakrar avlýsingar.
– Støðan nú er, at vit fáa onkrar avlýsingar. Tað er frá serliga føroyingum. Tað er ikki tað stóra enn, men vónandi verður tað ikki til nógv fleiri avlýsingar, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri.
– Men vit vænta heldur ikki at síggja nakra reaktión fyrr enn seinni í dag ella mánadagin frá útlendsku fólkunum. Tað er ringt at vita, hvat vit kunnu vænta. Vit eru bangin fyri, at vit ikki hava sæð toppin enn av reaktiónunum, sigur hann.
Ætlanin var at hava konsertir í kvøld, men hetta er avlýst. Tey hava enn opið á matstovuni, og leiðreglurnar verða hildnarnakrar avlýs
Sama skilið á Hotel Hafnia.
– Vit hava sæð nakrar fáar avlýsingar til í kvøld, men fólk hava sum heild hildið fast í bílegginum. Tað koma altíð avlýsingar frá føroyingum, tá koronustøðan broytist, men vit hava einki hoyrt frá útlendsku gestunum enn. Vit vóna, tað ikki verður meir, sigur Pætur Trónd Thomsen, stjóri á Hotel Hafnia.
Á Hotel Føroyum hava tey ikki lagt merki til nakrar serligar reaktiónir enn, og eingin hevur avlýst í løtuni. Á Hotel Tórshavn siga tey soleiðis:
– Vit hava ikki merkt nakað serligt. Vit hava bólkar av útlendskum ferðafólkum búgvandi, sum eru koppsett. Tey ferðafólkini, sum vit fáa fyri tíðina, vísa stórt varsemi og duga væl at fylgja almennu tilmælunum um frástøðu og reinføri, sigur Jenni A. í Heiðunum frá Hotel Tórshavn.