Ein persónur er smittaður við covid-19, og viðkomandi er innlagdur á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Talan er um ein sjómann frá einum russiskum trolara, sum hevur ligið við kai í Klaksvík. Hetta fortelur landslæknin.
Persónurin hevði trupulleikar við andadráttinum, sum er ein av typisku avleiðingunum av korona. Ein lækni var umborð á trolaranum, men læknin metti ikki, at talan var um Covid-19.
Persónurin bleiv fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús, og har fekk hann samband við nøkur av starvsfólkunum uttan verju, tí mann metti ikki, at viðkomandi hevði covid-19. Metingin hjá læknanum vísti seg so at vera skeiv, og persónurin náddi tí at fáa samband við starvsfólk, áðrenn hann fekk staðfest koronavirus.
Tvey starvsfólk frá Klaksvíkar sjúkrahúsi eru nú farin í sóttarhald, og arbeitt verður við at kanna, um smittaði persónurin kann hava smittað onnur umborð.
Tríggir føroyingar hava verið umborð á trolaranum, men landslæknin roknar ikki við, at teir eru blivnir smittaðir, sigur hann við in.fo.
Hesin russiski trolarin hevur ligið við síðuna av tveimum øðrum á kaiini, og manningin á teimum trimum skipunum hevur gingið ímillum skipini. Tí arbeiðir mann nú við møguleikanum, at smittan kann hava breitt seg millum manningina á øllum skipunum.