Íslendska ríkisútvarpið veit í kvøld at siga, at 43 nýggir korona-sjúklingar løgdust aftrat í Íslandi í dag. Tað merkir, at samlaða talið av smittaðum nú er 247, samstundis sum 2.282 fólk eru í sóttarhaldi. Trý av teimum smittaðu í Íslandi liggja á sjúkrahúsi.
Ríkisútvarpið veit at siga, at stívliga 52 av teimum smittaðu hava borið smittuna við sær úr útlandinum, og eini 28 prosent eru smittaði í Íslandi. Ógreitt er, hvussu tey írestandi 20 prosentini eru smittað. Flestu av teimum smittaðu í Íslandi eru í aldrinum 40 til 59 ár.
Tað, sum eisini er hent við korona-smittuni í Íslandi, er, at ein eldri maður úr Avstralia er deyður í Húsavík í Íslandi. Tað vísti seg, at maðurin, sum var í áttatiárunum, var fongdur við korona-virus. Maðurin, sum hevði álvarsliga sjúku, hevði ætlað at søkt sær heilsubót í Húsavík.
Men, sambært www.visir.is doyði maðurin stutt eftir, at hann var komin á heilsustovnin í Húsavík. Lagt verður aftrat, at enn er eingin deyðsorsøk staðfest, og heimasíðan skrivar eisini, at sjúkueyðkennini, sum maðurin úr Avstralia hevði, vóru ikki typist fyri covid-19. Nú verður arbeitt við at staðfesta deyðsorsøkina.
##med2##