Korona: 17 tilburðir í gjár

Nú eru 69 fólk smittað við covid-19

Í gjár vóru 17 nýggir tilburðir staðfestir. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Í 16 førum er smittukeldan kend, og ein tilburður varð staðfestur við kanning á fjórða degi eftir komu til Føroyar.

 

1205 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. Í løtuni eru 69 smittað í Føroyum.