Koroma verður ikki tøkur

Brima Koroma kundi, við einum máli og tveimum uppleggum, ikki ynskja sær betri byrjan í B36-búnanum, tá høvuðsstaðarfelagið vann 3-2 á AB sunnudagin. Framherjin noyddist av vøllinum í seinna hálvleiki við skaða, og hann verður ikki tøkur, tá B36 í morgin skal royna seg á útivølli móti TB.

- Eg vildi fegin, at talan gjørdist um fleiri mál, men økslin fór úr lið, og hóast eg fekk hana upp á pláss aftur, var ikki hugsingur hjá mær at halda fram, segði Brima Koroma við Sosialin sunnudagin.

Dysturin í fysta umfari av kappingini um Løgmanssteypið byrjar í morgin klokkan 14.00.