Koroma vísir vegin í Gundadali

Tað vóru 53 minuttir spældir, tá hetta hendin. Koroma gjørdist leysur í vinstra borði, trekti inn í vøllin og trillaði bóltin tvørtur um til Jákup á Borg, sum legði hann í tóma málið til støðuna 3-2.

 

Fyrsta málið hjá B36 gjørdi Brima Koroma, eftir mistak í AB-verjuni, meðan Nikolai Lindholm Eriksen skoraði fyrsta málið hjá AB. Hetta var í ávíkavist sætta og sjeynda minutti.

 

Í 42. minutti legði Koroma upp til mál hjá Sam Malson, so hann hevur í sínum fyrsta dysti lagt upp til tvey mál og skorað eitt.

Næsta málið hjá AB gjørdi Dánial Rói Olsen, hetta var eisini í 42. minutti.