Framherjin Brima Koroma og miðvallarin Dennis Holmberg vóru í farna kappingarári stuðulsleikarar hjá B36. Men tað verða teir eftir øllum at døma ikki í ár. - Vit vænta ikki at síggja teir aftur í felagnum. Teir fara helst at royna aðrar avbjóðingar, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá B36. Heini í Skorini og Fróði Clementsen, sum eru uppvaksnir í felagnum, taka hinvegin lut í venjingunum hjá B36 í vetur. Heini í Skorini spældi í seinnu kappingarhálvu í fjør við FC Hoyvík, og Fróði Clementsen hevur seinasta hálva árið verið knýttur at hópinum hjá EB/Streymi.










