Korndalsbýlið bjóðar til gospelcafé

Í annaðkvøld bjóðar Korndalsbýlið til gospelcafé í ítróttarhøllini á Eiði, har fleiri kendir tónleikarar fara at framføra.

 

Oasubrøðurnir, sum júst hava givið nýggja fløgu út, fara at syngja, og Eyðun Jacobsen, sum eisini hevur givið eina fløgu við nógvum ymiskum sangarum út, fer eisini at syngja og spæla hetta kvøldið.

 

Harmonikuvinir koma at syngja og spæla og kórið hjá Skálafjarðar Sløkkilið framførir eisini.

 

Inntøkurnar frá kvøldinum fara til tey eldru á Korndalsbýlinum, so at tey kunnu fara onkrar túrar ella vitja onkur tiltøk.