Kórfestivalur um vikuskiftið

12 kór umframt stórt felagskór á Kórfestivali

Eftir steðg í tvey ár, skipar Kórsamband Føroya aftur skipað fyri kórfestivali. Festivalurin byggir á gomlu kórstevnurnar, sum byrjaðu í Havn í 1967 og síðani hava verið hildnar kring landið. Kórstevnurnar hava uttan iva gjørt kórsang í Føroyum til eitt fólksligt projekt og hava saman við Ólavsøkukórinum bygt brúgv millum fólksligu kórtraditiónina og kór við hægri málsetningi. At kórsangarar í Føroyum uttan mun til royndir ella evnir í áratíggju hava savnast til felags kórsang hevur uttan iva viðvirkað til, at lutfalsliga nógvir føroyingar syngja í kóri.

 

Í 2015 varð avgjørt at broyta leistin nakað. Konsertin, har einstøku kórini syngja egna skrá, varð skipað sum kapping. Ein dómsnevnd velur tær bestu framførslurnar og áhoyrarnir atkvøða um eina áhoyraravirðisløn.

 

Umframt kórkappingina, fer eitt vælmannað felagskór at syngja. Okkara dugnaligi kórleiðari Tóra Vestergaard fer at stjórna kórinum.

 

Konsertin verður í Norðurlandahúsinum leygardagin kl 16.00.

 

Luttakandi kórini eru:

Xperiment

Tarira

Vágakórið

Glymur

Tórshavnar kamarkór

Vestmanna sangkór

Silvitni

Havnarkórið

Gøtu kirkju ungdómskór

Tórshavnar manskór

Eystanljóð

Morgunkórið