Komandi leygardag skipar Kórsamband Føroya fyri kórtiltaki undir heitinum “Kórfestivalur 2015”, sum verður hildin í Auluni í Eysturskúlanum í Havn. Fyriskipararnir greiða frá, at talan er ikki um eina traditionella kórstevnu yvir tveir, tríggjar dagar, sum vit kenna tað ígjøgnum nógv ár, men um eitt nýtt kórtiltak, sum varar ein dag.
Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang. Átta kór hava teknað seg til festivalin, og tey eru Aurora Borealis, Kristiliga Sangkórið, Tórshavnar Manskór, Vestmanna Sangkór, Eystanljóð, Tórshavnar Kamarkór, Glymur og Havnarkórið.
Somuleiðis verður eitt felagskór skipað undir leiðslu av Kára Bæk, sum fer at framføra tríggjar sangir. Tann eini av teimum er við nýggjum lagi, sum Paula í Sandagerði hevur smíðað til sangin, “So førdi aldaføður hond”, eftir Jóannes Patursson.
Handaðar verða tríggjar virðislønir til kórini. Ein fyri bestu framførslu, ein onnur virðisløn er fyri mest upprunakendu, skemtiligu og/ella sermerktu framførslu, og ein triðja fyri best samansettu sangskrá.
- Endamálið við kappingini er at fáa kórini at geva gætur, hvussu og hvat tey syngja. Hetta er ætlað sum íblástur hjá kórunum til at finna upp á eitthvørt, sum kann gera júst teirra framførslu eitt sindur øðrvísi enn vanligt, skriva fyriskipararnir í tíðindaskrivi.