Tey syngja í Finsen sunnudagin og í Skotlandi í næsta mánaði
Fyrst í juni mánaði fer Tórshavnar Kamarkór á kórferð til Skotlands. Har fer kórið at hitta kenda tónleikasmiðin, Paul Mealor, sum millum annað skrivaði verk, ið varð framført til brúðarvígsluna hjá Prins William og Kate í Onglandi, tá tey vóru gift í 2011.
Kamarkórið syngur hetta sama verk á konsert sunnudagin klokkan 16.00 í auluni í Finsen. Framførd verða eisini føroysk verk, eitt nú fimm nýggir sangir, sum kórið hevur bílagt og júst fingið frá Teiti Lassen.
Kórið metir tað vera av stórum týdningi at breiða føroyskan kórtónleik út úti í heimi, eins og tað gevur íblástur til virksemi kórsins í Føroyum. Seinasta kórferðin var í Cork í Írlandi, tá kórið luttók á ”Cork International Choir Festival” og fekk góð úrslit og nógvan íblástur.
Tórshavnar Kamarkór, sum er úrvalskór undir Tórshavnar Kvøldskúla, telur 30 sangarar. Kórleiðari seinastu 10 árini er Bernharður Wilkinson. Kórið leggur seg eftir at syngja nýggjari føroyskan kórtónleik eins og kórið eisini hevur eggjað fleiri føroyskum tónaskøldum at útseta nýggjan tónleik til kórið.
Nakað av hesum tónleiki er at hoyra á fløguni Kvøldtankar ið kórið gav út í 2015










