Valdsstríðið millum Yasser Arafat, forseta og Mahmoud Abbas, forsætisráðharra, endaði sum væntað við, at Abbas legði frá sær. Longu sunnudagin boðaðu keldur hjá Arafat frá, at forsetin hevði biðið tingformannin, Ahmed Korei, taka við.
Korei, sum hevur verið formaður í palestinska tjóðartinginum síðani 1996, verður mettur sum ein av teimum hóvligu palestinsku leiðarunum. Hann er fyri varandi friði við Ísrael, men eygleiðarar í Miðeystri siga, at spurningurin er, hvussu fast tak Arafat hevur á honum.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, sigur, at USA er sinnað at tingast við tann forsætisráðharra, sum palestinar velja. Tað sama sigur uttanríkispolitiski samskiparin hjá ES, Javier Solana.
Felagsskapurin hjá Arafat, Fatah, hevur góðtikið Ahmed Korei, og tað sama hevur PLO gjørt. Spurningurin er so, hvat Hamas, Islamskt Jihad og aðrir víðgongdir felagsskapir halda um hann, tí teirra støða er avgerandi fyri, hvat hann kann fáa av skafti.










