Koreanar undir Kambsenni

Beint undir 540 metrar høga og hartil bratta Kambsenni á Kambsdali, heldur bilasølan hjá Esmari Simonsen til. Fyritøkan umboðar stóra koreanska bilaframleiðaran, Daewoo

Hóast 1.000 fermetrar stóri høvuðsbygningurin tykist pinkulítil undir fjallarøðini á Kambsdali, hava tey hjá Esmari Simonsen stórar ætlanir. Í gjár lótu tey upp nýggja deild í Klaksvík. P/F Esmar Simonsen í Klaksvík fer at halda til í Autu-Shine í næststørsta býnum í landinum.

Tað var fuglingurin, Esmar Simonsen, sum í 1967 fór at selja trukkar í egnum hølum í Fuglafirði. Fimm ár seinni kom sonurin, Martin Simonsen, uppí fyritøkuna hjá pápanum, ið fyrr var smiðjumeistari. Martin starvast enn á fyritøkuni, sum pápin legði lunnar undir.


Onki aftanfyri evropear

Stjórin, Karl Birgir Isaksen, sigur, at hóast hann heldur, at japonsku og koreansku bilarnir so dyggiliga hava prógvað, at teir eru minst líka haldgóðir, sum evropeisku bilarnir, gongur eitt sindur striltið við at prógva hetta

Sølutølini hjá Daewoo-umboðnum í Føroyum benda kortini á, at stjóri og starvsfólk sleppa at royna seg í hesi próvførslu komandi árini. Tað gongur sum eftir ánni; í mai vóru 25 spildurnýggir Daewoo-bilar skrásettir, og onki bendir á, at sølan fer at minka enn á sinni?

Føroyska umboðið á Kambsdali hevur annað enn nýggjar bilar á sølulistanum. Av sama slagi fáast trukkar og gravimaskinur úr 0,8 í 43,8 tons. Harumframt er Esmar Simonsen einaumboð hjá svenska SKF, ið framleiðir kendu kúlulegurnar, ið flestu føroysku smiðirnir hava havt á hondum.