Amerikanski guvernørurin Bill Richardson, sum kom til Norðurkorea á privata vitjan í gjár, sigur, at viðurskiftini millum tey bæði koreonsku londini er ein krúttuna. Norðurkorea hevbur hvassliga mótmælt, at Suðurkorea og USA hava eina hernaðarvenjing á teirri umstríddu oynni Yeonpyeong um vikuskiftið, og norðurkoreanska stjórnin hevur hótt við at leypa á, um venjingin ikki verður avlýst. Men Suðurkorea hevur svarað, at venjingin verður ikki avlýst.
Í telefonsamrøðu við sjónvarpið CNN sigur Bill Richardson, at hann hevur ávarað Norðurkorea ímóti at leypa framav, tí at eitt lítið mistak kann enda við kríggi.
Bill Richardson, sum er guvernørur í statinum New Mexico, hevur drúgvar royndir frá samráðingum við Norðurkorea. Hann sigur seg hava varhugan av, at Norðrkorea er sinnað at sleppa burtur úr teirri spentu støðuni á Koreanesinum.