Í Biel í Sveis verður sterk stórmeistarakapping telvað í hesum døgum.
Í styrkisrøð eru Gelfand (2714), Svidler (2695), Lautier (2675), Grischuk (2669), Korchnoi (2617) og Pelletier (2531) telvarnir í hesari kapping.
Tvíumfar verður telvað, og hava teir í skrivandi løtu leikt átta umfør.
Maðurin við sínum 70 árum og næstan eins gamal sum hinir fimm tilsamans, nevnliga livandi legendan, Victor Korchnoi, er sera óvæntað klárt á odda. Hann hevur hálvtsætta stig, meðan Svidler hevur hálvtfimta stig.
Síðani koma Gelfand og Pelletier við hvør sínum fýra stigum, meðan Grischuk og Lautier liggja aftastir við trimum stigum hvør. Tvey umfør resta í.
Sagt varð um Korcnoi, at hann hevði sítt hæddarpunkt í 1978 tá hann nærum koppaði Karpov í HM dysti teirra. Tá varð hann 47 ára gamal og varð tað mett sum gamalt, men hvør skuldi trúð, at hann nú sum 70 ára gamal enn vinnur á heimstjørnum sum Gelfand, Grischuk og Lautier? Einn sonn livandi legenda.










