Koranin hittar undir jólatrænum

Danskir bókahandlar hava í ár upplivað eina sjáldsama sjón: Eftir bert einum mánaði eru seld omanfyri 5000 eintøk av Koranini.

Koranin er vorðin týdd av nýggjum til danskt, og varð prentað í 10.000 eintøkum. Longu nú er altso helmingurin rivin burtur.
- Nógv tann størsti parturin av teimum Koranunum sum vit selja, fara sum jólagávur. Tað veit eg, tí vit pakka ein hóp av teimum inn, sigur ein donsk handilskvinna.
Víst verður á alla umrøðuna, sum m.a. Muhameds-tekningarnar góvu Danmark. Hetta er helst orsøkin til, at eisini ikki-muslimar hava áhuga í at lesa hesa bókina.