Korando við ektaðum jeep-designi

Tað eru nú nøkur ár síðan koreansku Ssangyong jeeparnir komu higar til lands. Umframt Rexton er nú eisini ein minni jeepur, Korando, komin á føroyska marknaðin

Ssangyong jeeparnir við Rexton á odda hava rættuliga fingið fótin fastan í Føroyum, og eru teir kappingarførir bæði í útsjónd, prísi og dygd.

Teir fyrstu Ssangyong jeeparnir vit sóu her um okkara leiðir vóru Musso jeeparnir, sum komu miðskeiðis í 90-unum.

Suðurkoreanska Ssangyong verksmiðjan, ið er meira enn 50 ára gomul, byrjaði at samstarva við Mercedes-Benz í 1991. Hetta samstarv hevur mest snúð seg um menning av motorum og girkassum.

Korando er ein passaliga stórur snøggur jeepur við ektaðum jeep-designi, kengurugittari framman og gáttum undir síðuhurðunum.

Eins og Ssangyong Rexton, hevur Korando eisini Mercedes-Benz motorar, hann fæst við 150 og 220 hk bensinmotorum og einum 5 syl. turbodiesel við 120 hk.

Bilurin 426,0 cm langur og 185,5 cm breiður og klárar seg serstakliga væl á ósløttum undirlendi uttan fyri vanliga koyrivegin. Tað at bilurin er lutfalsliga stuttur, ger sítt til at hann klárar seg so væl. Aksilfrástøðan er 248,0 cm. Korando hevur spiralfjaðrar framman og aftan, gass-stoytdoyvarar, og er sum ein persónbilur at koyra.

Korando fæst bæði við føstum taki og sum Soft-Top við stórum sóltaki. Talan er um ein 4-persónajeep, ið er snøggur innan við hvítum instrumentum og alu-look panelum í instrumenborðinum og í hurðunum. Hann hevur t.d. el-rútar, sentrallás og aircondition.

Bilurin kann síggjast og roynast á Bilverkstaðnum v. Hans J. Kollsker á Hjalla.

Ssangyong Korando 2.9 Turbo diesel

Motorurin 2,9 litur 5 syl. diesel 120 hk
Turbo v. intercooler

Oljunýtslaca. 11,0 km/l

Dekkstødd 255/65-16

Stødd og vekt
Longd426,0 cm
Breidd185,5 cm
Hædd184,0 cm
Eginvekt1.760 kg

Prísurkr. 250.000,- (persónbilur)
kr. 210.000,- v.mvg (vørubilur)

SøluumboðBilverkstaðið
v/ H. J. Kollsker
á Hjalla
FO-110 Tórshavn
Tel. 311013
www.kollsker.com