Amerikanski presturin Terry Jones hevur nú endaliga slept ætlanini at brenna fleiri eintøk av koranini í morgin í sambandi við, at níggju ár eru liðin síðani yvirgangsatsóknirnar at New York og Washington.
-Eg skal siga frá, at tað nú er 100 prosent vist, at vit fara ikki at brenna koranir í annaðkvøld klokkan 18 sum fyrr fráboðað, segði ein talsmaður fyri kirkjuliðið hjá Terry Jones í kvøld.
Tann umstríddi presturin hevði kravt at fáa vissu fyri, at muslimarnir eri sinnaðir at broyta ætlanina at byggja eina mosku tætt við Ground Zero í New York. Ta vissuna hevur presturin ikki fingið, men hann sigur seg vóna, at hann kann hitta islamska prestin Feisal Abdul Rauf, so teir kunnu tosa um viðurskiftini.










