Korallir í vanda

Fleiri stovnar og felagsskapir í Noregi eru sera misnøgdir við, at myndugleikarnir hava gjørt av at loyva oljufeløgum at leita eftir olju á leiðum, sum eru kend fyri síni koralriv.

Bæði Havrannsóknarstovnurin og Stýrið fyri Náttúruumsiting mæltu myndugleikunum frá at loyva oljuleiting á leiðum við koralrivum, men til fánýtis.

Granskarar hava víst á, at koralrivini hava stóran búsksparligan týdning, tí fleiri fiskasløg halda til har.

Myndugleikarnir siga hinvegin, at tað kann eisini fáa stóran búsksparligan týdning, um olja verður funnin á teimum nýggju leiðunum.