Kór úr Roskilde vitjar

Sunnudagin 13. oktober klokkan 11 - tað er í morgin - taka teir lut í gudstænastuni í Fríðrikskirkjuni.

Í heystfrítíðini vitjar “Roskilde Domkirkes Drengekor” á Toftum. Kórið kom ætlandi til Føroya í dag og fer avstað aftur 19. oktober. Talan er tó ikki um alt kórið, men um umleið 20 av teimum eldru kórlimunum, sum eru um 20 til 30 ára aldur.

 

Meðan teir ferðast á Toftum, koma teir at búgva í Missiónshúsinum Tabor.

Á føroyaferðini kemur kórið at hava fleiri framførslur. Ætlanini er at halda liturgiskar gudstænastur (evensong) í Fríðrikskirkjuni, Christianskirkjuni, Eiðis kirkju og Dómkirkjuni. Ætlanin er eisini at gera útferðir.

Sunnudagin 13. oktober klokkan 11 - tað er í morgin - taka teir lut í gudstænastuni í Fríðrikskirkjuni. Um kvøldið klokkan 20 fara teir at hava liturgiska gudstænastu, har teir klæddir í kórkappar fara at syngja og lesa bíbliutekstir.

Dreingjakórið - "Roskilde Domkirkes Drengekor” - er stovnað í 1987, og tað er organisturin í Roskilde dómkirkju, Finn Evald, sum leiðir kórið. Kórið luttekur vanliga við gudstænasturnar í dómkirkjuni og hevur givið fleiri fløgur út.


Kórleiðarin Finn Evald er organistur í dómkirkjuni í Roskilde. Hann er kendur í Føroyum, og tað er fleiri føroyingar, sum hava fingið frálæru í urguspæli frá honum.

 

Finn Evald hevur ofta verið í Føroyum, seinast í summar, tá Christiankirkjan hátíðarhelt 50 ára dagin. Í tí sambandinum hevði Finn Evald eisini orgulkonsert í Fríðrikskirkjuni.

 

Tað veit heimasíðan hjá Nes kommunu at siga.