Vit kunnu gleðast um batar á hesum øki, um vit samanbera støðuna á sálarheilsuøkinum fyri 10-20 árum síðani. Ábøtur eru gjørdar og nøkur sambýli eru fingin til vega, eitt nýtt er bygt í Suðuroynni og ætlanir eru um at byggja ein nýggjan sálarheilsudepil. Eisini er at gleðast um, at innlagdir sálarsjúklingar, ið einans fingu lummapening, hava fingið lyfti um at fáa vanliga pensjón, sum tey, ið ikki eru innløgd. Tað tók langa tíð at sannføra myndugleikarnar um, at innløgd sálarsjúk fingu hesi sjálvsøgdu rættindi, men stríðið var ikki til fánýtis.
Men kortini eru kor teirra sálarsjúku ikki nóg góð. Hóskandi íbúðarsambýli eru ikki tøk hjá teim flestu og enn eru samborgarar inni á psykiatriskudeildunum, sum hava bíðað í tíggju, tjúgu og tríati ár, men sum enn ikki eru sloppin út vegna tørvandi bústað til teirra.
Higartil hevur mannagongdin verið, at hóskilig hús, ið hava verið til sølu, hava verið keyp til at hýsa sálarsjúkum. Hetta er ikki ein nøktandi loysn. Tíðin er farin frá hesum. Sálarsjúku samborgarum okkara tørvar somu bústaðarviðurskifti sum øllum øðrum borgarum, ikki einans kømur, men íbúðir, sum eru hóskandi teimum. Hesar sjálvsøgdu hugsanir vinna meiri og meiri frama og mugu verða meginreglan frameftir á hesum øki. Her er eisini ein spurningur um raðfesting hjá okkara landsmyndugleikum. Sum ein, ið – saman við øðrum - hevur verið ein partur av stríðnum fyri at vinna teim tey sinnisveiku betri kor, kann eg siga, at hetta økið hevur ikki verið raðfest nóg høgt. Men ”ein glotti er fyri framman.”